08-09-2021 - 12:00

Fundur í Føroya Váðaráði 6. september 2021

Føroya Váðaráð hevur hildið fimtanda fundin og metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Útlánsvøksturin í føroysku bankunum hækkar tó framvegis, og er togaður upp av útlánum til føroyska vinnulívið og kommunurnar. Lántøkan hjá húsarhaldunum frá donsku realkreditinstituttunum er somuleiðis økt. Harafturat sæst ein hækking í sethúsaprísunum. Váðaráðið fer at eygleiða útlánsvøksturin neyvt saman við gongdini í sethúsaprísunum og skuldini hjá húsarhaldunum.

Útlánsvøksturin hækkar framvegis. Í juli 2021 var útlánsvøksturin frá føroyskum og donskum peninga- og realkredittinstituttum til føroysku kundarnar 8,6% í mun til árið fyri. Útlánsvøksturin frá føroysku bankunum var 5,5% í juli 2021 í mun til árið fyri. Samstundis var útlánsvøksturin 15,5% frá realkredittinstituttunum til føroysku húsarhaldini. Tað eru tískil fyrst og fremst sethúsalánini frá donsku realkredittinstituttunum, ið toga samlaða útlánsvøksturin upp á 8,6%.

Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum á 5,5% er hinvegin ikki togaður upp av øktum útlánum til húsarhaldini, men til vinnuna og kommunurnar. Vøksturin í útlánum til vinnuna stavar bæði frá útlánum til privatar og almennar fyritøkur. Hjá privatu fyritøkunum eru tað serliga lán til vinnugreinarnar fastogn, bygging, flutning og gisti- og matstovuvinnu, ið eru økt í mun til árið fyri. Samstundis eru útlánini eisini økt til almennar fyritøkur og kommunur.

Í 2020 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum lágur og lá um 0% størsta partin av árinum og á umleið 3-4% hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans. Útlánsvøksturin vendi við ársskiftið og hevur í 2021 verið støðugt vaksandi. Føroya Váðaráð varnast vaksandi útlánsvøksturin og fer framvegis at halda neyvt eyga við gongdini í útlánsvøkstrinum.

Vøksturin í sethúsaprísunum heldur áfram, men fá húskir hava eina skuld omanfyri 3 ferðir inntøkuna. Vaksandi sethúsaprísirnir kunnu tó gera tað ringt hjá ungum fólki, ið skulu keypa hús fyri fyrstu ferð, at sleppa inn á sethúsamarknaðin. Sethúsaprísirnir eru higartil í 2021 hækkaðir í mun til miðalprísin í 2020, og teir eru hækkaðir bæði í og uttanfyri miðstaðarøkið. Vaksandi sethúsaprísir kunnu elva til økt bjartskygni, men tað er ikki gagnligt, um økta bjartskygnið hevur við sær, at húsarhaldini gerast ov skuldarbundin, serliga um tey stovna sethúsalán við avdráttarskáa ella við rentu, ið er broytilig. 

Ein triðingur av øllum sethúsalánum í Føroyum eru realkredittlán. Tey allarflestu, ið hava realkredittlán velja lán við fastari rentu og uttan avdráttarskáa. Harumframt nýta tey, ið hava føroyskt sethúsalán, í sera lítlan mun avdráttarskáa. Føroysku húskini tykjast samanumtikið at vera mótstøðufør, men Føroya Váðaráð heldur framvegis eyga við príshækkingunum á sethúsamarknaðinum og við gongdini í skuldini hjá sethúsaeigarunum.

Búskapurin er komin skjótt fyri seg eftir stoytin frá Covid-19. Lønargjaldingarnar eru øktar í fleiri vinnum, arbeiðsloysið er lágt, og tørvurin á arbeiðsmegi sera stórur, ið samlað sæð eyðkennir ein búskap í vøkstri. Útlit eru harumframt fyri øktum eftirspurningi og hægri prísum í útflutningsvinnunum í sambandi við at heimsbúskapurin kemur fyri seg, so hvørt sum fólk verða koppsett úti í heimi. Tað, at føroyski búskapurin er komin skjótt fyri seg, sæst eisini aftur í, hvussu væl bankarnir eru fyri; teir eru væl kapitaliseraðir og hava hvørki havt trupuleikar við at bjóða kundum skáa ella at bera tey møguligu tap, ið kundu komið av Covid-19. Tað hevur tískil gagnað búskapinum, at føroyski bankageirin hevur verið so mikið sterkur seinastu tíðina undir koronu, og undir stóru búskaparligu framgongdini seinastu árini.

Føroya Váðaráð metir ikki tað vera greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men heldur framvegis eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið. Váðaráðið heldur framvegis neyvt eyga við útlánsvøkstrinum, gongdini í sethúsaprísunum og skuldini hjá húsarhaldunum.

Onnur viðurskifti

Føroya Váðaráð hevur fingið eina nágreiniliga kanning gjørda av P/F Betri samtakinum. Samtakið er samansett av einum SIFI banka og eini trygging, ið eisini er systemisk týdningarmikil fyri føroyska búskapin. Kanningin verður send til hoyringar hjá Betri P/F.

Føroya Váðaráð fer harumframt í samstarvi við danska fíggjareftirlitið at kanna møguleikarnar fyri at betra um dátugrundarlagið og tær fortreytir, ið liggja handan stresstestirnar, sum fíggjareftirlitið árliga ger av føroysku bankunum. 

Føroya Váðaráð hevur harumframt umrøtt inntøkurnar hjá føroysku bankunum seinastu fimm árini.