21-05-2021 - 12:00

Fundur í Føroya Váðaráði 17. mai 2021

Føroya Váðaráð hevur hildið 14. fundin og metir framvegis, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Útlánsvøksturin er øktur, og tað er lántøka hjá privatum fyritøkum og kommunum, sum dregur útlánsvøksturin. Føroya Váðaráð ger vart við, at fíggjarligu váðarnir í Føroyum eru minkaðir, nú ið samlaði javnin hjá BankNordik er lækkaður í sambandi við søluna av donsku deildini.

Í 2020 eru útlánini hjá føroysku bankunum í mun til BTÚ økt samanborið við árið fyri. Hetta kemur fyrst og fremst av, at BTÚ er lækkað í 2020, men harumframt sæst ein øking í útlánsvøkstrinum[1]. Útlánini til føroyskar kundar frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans vóru í mars 2021 økt við 6,3% í mun til árið fyri. Tað eru útlánini hjá realkredittstovnunum til føroysku húsarhaldini, ið draga samlaða útlánsvøksturin upp. Hjá føroysku bankunum eina, hevur útlánsvøksturin hinvegin verið 3,7% í mars 2021 í mun til árið fyri. Í fyrru helvt av 2020 hevur útlánsvøksturin annars ligið um 0% hjá føroysku bankunum, og umleið 3-4% hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans, men gongdin í útlánsvøkstrinum vendi í seinnu helvt av 2020.

Hjá føroysku bankunum eru tað ikki lán til húsarhaldini, sum draga útlánsvøksturin upp, men lán til kommunur og privatu vinnuna. Húsarhaldini hava einans økt um lántøkuna úr føroysku bankunum við knøppum 1% í mars 2021 í mun til árið fyri. Bankarnir hava hinvegin lænt meira út til privatu vinnuna og kommunurnar, og tað eru sostatt hesi útlán, ið eru orsøk til økta útlánsvøksturin. Útlánsvøksturin var í mars 2021 11% hjá kommununum og 6% hjá privatu vinnuni samanborið við árið fyri. Útlánsvøksturin var somuleiðis 11% hjá almennu feløgunum í mars í ár samamborið við mars í fjør. Men útlánini til almennu feløgini hava sum heild verið lækkandi síðani miðjan 2020, og tað er tískil ikki lántøka hjá almennu feløgunum, sum er høvuðsorsøkin til økta útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum. Samstundis sum útlánini eru økt, hava bæði húsarhaldini og privatu fyritøkurnar sett meira pening á konto. Húsarhaldini og privatu fyritøkurnar hava sum heild økt síni innlán í føroysku bankunum síðani á vári 2021, og samlaði innlánsvøksturin var 4% í mars 2021 í mun til árið fyri.    

Samlaða innlánsyvirskotið hjá føroysku bankunum íroknað útlendsku deildirnar hjá BankNordik, er lækkað frá umleið 6 mia. kr. í januar 2021 til 1,7 mia. kr. í februar 2021 eftir søluna av donsku deildini. Verða útlendsku deildirnar ikki taldar við, var samlaða innlánsyvirskotið hjá føroysku bankunum somuleiðis 1,7 mia. kr. í mars 2021, og tað kemur av at grønlendska deildin hjá BankNordik ikki ger nakran serligan mun fyri samlaða innlánsyvirskotið. Fyrrverandi stóra innlánsyvirskotið stavaði sostatt frá donsku deildini hjá BankNordik. Føroya Váðaráð ger í hesum sambandi vart við, at føroyski fíggjargeirin er vorðin minni vegna tað, at javnin hjá BankNordik við søluna av donsku deildini, er minkaður. Javnin hjá BankNordik var 17,2 mia. kr. við ársenda 2020, tað vil siga áðrenn søluna, og er nú minkaður niður í 11,9 mia. kr. eftir søluna, sambært roknskapinum hjá BankNordik. Føroya Váðaráð metir tískil, at sølan av donsku deildini hjá BankNordik er við til at minka um fíggjarligu váðarnar í Føroyum.

Føroyski búskapurin tykist at vera komin upp á føtur aftur eftir stoytin frá Covid-19; arbeiðsloysið er lágt, og løntakaratalið og lønargjaldingarnar eru øktar. Handilsjavnin tó er versnaður orsakað av lægri útflutningi í 2020.

Føroya Váðaráð metir ikki tað vera greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum, men eygleiðir framvegis viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið.

Onnur evni

Føroya Váðaráð hevur umrøtt evnið “cyber”-trygd. Føroya Váðaráð hevur eisini hugt at, hvat er góð siðvenja tá tað kemur til húsafígging.

[1] Út- og innlánsvøkstur er roknaður sum 3 mánaðar glíðandi miðal í mun til sama tíðarskeið árið fyri.