05-05-2020 - 11:00

Fíggjaraeftirlitið hevur longt freistina fyri NEP-kravið

Freisitn fyri nær NEP-kravið hjá føroysku peningastovunum skal vera lokið er longt við einum hálvum ári, boðar Fíggjareftirlitið frá í tíðindaskrivi 1. mai

NEP-krøvini hjá føroysku peningastovnunum verða hækkað stigvíst frá 1. januar 2020 til 1. januar 2025, men nú hevur Fíggjareftirlitið longt tíðarskeiðið til 1. juli 2025.

Fíggjareftirlitið sigur í tíðindaskrivinum, at tey vilja meta um støðuna av nýggjum, tá hálvársroknskapurin fyri 2020 hjá bankunum fyriliggur.

NEP-kravið er eitt krav um kapital, ið skal nýtast til at endurreisa ein peningastovn, um hesin kemur í fíggjarligar trupulleikar. Kapitalurin skal tryggja, at álit framhaldandi er á bankageiran og eisini at tað slepst undan at brúka skattaborgarans pengar til at endurreisa bankan.

Les tíðindaskrivið frá Fíggjareftirlitinum her.