Landsbankin biður hvønn ársfjórðing føroysku bankarnar meta um broytingar í eitt nú eftirspurningi eftir fígging og í fíggjarstøðuni hjá sínum kundum.
Í triðja ársfjórðingi 2026 svaraðu bankarnir, at fíggjarstøðan var óbroytt hjá húsarhaldunum. Bankarnir vænta ikki, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum fer at versna í fjórða ársfjórðingi 2026, hóast økta rentustøðið fer at økja um fíggingarkostnaðirnar hjá kundunum, sí mynd 1. Stabbarnir í myndini vísa, hvussu bankarnir meta støðuna vera í inniverandi ársfjórðingi, og prikkarnir vísa, hvussu bankarnir meta støðuna fara at verða í komandi ársfjórðingi
Bankarnir hava upplivað eitt sindur størri eftirspurning frá privatkundunum (húsarhaldunum) eftir fígging í triðja ársfjórðingi 2026, men vænta, at eftirspurningurin fer at minka aftur í fjórða ársfjórðingi 2026 orsakað av økta rentustøðinum, sí mynd 2.
Mynd 1

Mynd 2

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.