Rentan, sum føroysk húsarhald í miðal rinda fyri síni sethúsalán í føroysku bankunum, var 3,97% í august 2026, og miðalrentan á realkredittlánum hjá føroyingum var 3,93% íroknað bidrag.
Mynd 1 vísir miðalrentuna á bústaðarskuld. Miðalrentan, sum føroysku húsarhald rinda fyri sethúsalán er 3,97% í føroyskum bankanum og eitt vet lægri; 3,93%, fyri realkredittlán.
Við eini bústaðarrentu á áleið 4%, raka tey, sum skylda meir enn 2,5 mió. kr. í bústaðarskuld, rentuloftið. Rentustuðul á 35% verður latin av rentuútreiðslum á bústaðarskuld av í mesta lagið 100.000 kr. árliga.
Húsarhald, sum hava sethúsalán við broytiligari rentu og/ella hava sethúsalán uttan avdráttir, eru meira viðkvom yvirfyri rentuhækkingum, enn onnur, tí tey í størri mun skulu nýta ein øktan part av síni tøku inntøku til rentuútreiðslur, tá ið renturnar hækka, serliga um tey samstundis hava eina stóra skuld.
Meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er við broytiligari rentu; 92% av skuldini er við broytiligari rentu, meðan 8% er við fastari rentu (august 2026). Lán við fastari rentu fæst hjá donsku realkredittstovnunum. Føst renta er rentubindingartíðarskeið omanfyri 10 ár. Um sama tíðarskeið í fjør var 91% av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum við broytiligari rentu, meðan 9% var við fastari rentu (august 2025). Hetta samsvarar við, at lántøkan hjá føroysku húsarhaldunum tað seinasta árið er økt í føroysku bankunum, meðan hon er minkað í donsku realkredittstovnunum.
Føroysk húsarhald eru tó røsk at gjalda skuld niður. 97% av samlaðu skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er við avdráttum (august 2026), og tað er einamest tey, sum hava lán í donskum realkredittstovnum, sum hava avdráttarfrí lán. Av skuldini hjá teimum, sum hava realkredittlán, er 91% við avdráttum og 9% uttan avdráttir.
Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.