19.11.2025 - 17:00

Útlánskanning: Fíggjarstøðan er batnað í triðja ársfjórðingi

Bankarnir meta, at fíggjarliga støðan bæði hjá sínum vinnukundum og privatkundum er batnað í triðja ársfjórðingi orsakað av rentulækkingum, men bankarnir vænta ikki, at fíggjarstøðan fer at betrast uppaftur meira í fjórða ársfjórðingi

Landsbankin biður í síni útlánskanning fyri hvønn ársfjórðing føroysku bankarnar meta um millum annað broytingar í eftirspurningi eftir fígging og í fíggjarstøðuni hjá sínum vinnukundum.

Bankarnir mettu í triðja ársfjórðingi 2025 fíggjarstøðuna hjá vinnukundunum vera betrað orsakað av rentulækkingum, men teir vænta ikki, at rentan lækkar aftur í fjórða ársfjórðingi, og teir meta tí ikki, at fíggjarstøðan hjá vinnukundunum fer at betrast uppaftur meira í fjórða ársfjórðingi 2025.

Bankarnir greiða harafturat frá, at óvissa valdar orsakað av geopolitisku støðuni í heiminum, men at hetta ikki hevur havt nevniverda ávirkan á vinnukundarnar.  

Bankarnir hava í 3. ársfjórðingi 2025 upplivað ein størri eftirspurning eftir fígging frá verandi vinnukundunum, hóast bankarnir ikki væntaðu tað, tá ið teir svaraðu kanningini í øðrum ársfjórðingi 2025. Bankarnir vænta somuleiðis ein øktan eftirspurning eftir fígging í fjórða ársfjórðingi 2025.

Í triðja ársfjórðingi 2025 svara bankarnir, at húsarhaldini hava fingið eina reallønarhækkan, ið saman við rentulækkingunum hava økt um tiltøkupeningin og harvið betrað um fíggjarstøðuna.

Bankarnir vænta ikki, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum fer at betrast uppaftur meira í fjórða ársfjórðingi 2025, av tí at teir ikki vænta nakra rentulækking afturat í 2025.

Onkur banki metir tó, at øktu matvøruprísirnir viga upp ímóti rentulækkingunum, soleiðis at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum ikki er betrað í serliga stóran mun.

Bankarnir siga sum heild, at rentulækkingarnar hava elvt til størri eftirspurning frá privatkundunum eftir fígging í triðja ársfjórðingi 2025, og teir vænta somuleiðis øktan eftirspurning eftir fígging í fjórða ársfjórðingi 2025.

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.