Útlán til føroyskar kundar eru tilsamans økt við 1,6 mia. kr. frá september 2020 til september 2021, har helvtin er úr føroysku peningastovnunum og hin helvtin úr donskum fíggjarstovnum. Vøksturin í útlánunum er 5% hjá føroysku bankunum í september 2021 í mun til sama mánað í fjør og 8% um donsku útlánini til føroyskar kundar verða tald við. Vøksturin í útlánum er eitt vet lægri, enn í øðrum ársfjórðingi.
Útlánini úr føroysku bankunum eru økt við 5% ella umleið 800 mió. kr. í september 2021 í mun til sama mánað árið fyri, sí mynd 1. Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum er eitt vet lægri, enn í øðrum ársfjórðingi, tá hann var 5,8%. Útlánini til føroyskar kundar úr donsku peninga- og realkredittstovnunum eru økt við 22% í sama tíðarskeiði. Meginparturin av útlánunum frá donsku fíggjarstovnunum eru sethúsalán frá realkredittstovnum til føroysk húsarhald.
Meginparturin av vøkstrinum í útlánum frá føroysku peningastovnunum stavar frá øktum útlánum til vinnuna. Útlánsvøksturin er serliga høgur innan tænastuvinnurnar; flutnings-, handils-, gistingarhús- og matstovuvinnuna, og fastogn. Útlánini til samlaðu tænastuvinnuna eru økt við 11% í tíðarskeiðinum september 2020 til september 2021. Líka stórur vøkstur sæst ikki í útlánunum til framleiðsluvinnurnar í sama tíðarskeiði; vøksturin er 4%. Í almenna geiranum eru útlánini eisini økt, og tað eru serliga kommunurnar, sum toga útlánsvøksturin upp. Útlánini til kommunurnar eru økt við 17% í tíðarskeiðinum september 2020 til september 2021.
Mynd 1. Útlánsvøkstur
Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: Ársvøkstur í útlánum frá føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum til føroyskar kundar, 3 mðr. glíðandi miðal. Millumbanka útlán eru ikki íroknaði.
Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2021 her