31-05-2021 - 11:00

Útlánsvøksturin er øktur

Útlánsvøksturin er øktur frá at vera 0% í fyrra hálvári í fjør til 3,7% í fyrsta ársfjórðingi 2021. Tað eru ikki húsarhaldini, men tænastu- og framleiðsluvinnurnar, sum hava økt um lántøkuna í føroysku bankunum. 

Útlánsvøksturin[1] hjá føroysku peningastovnunum er øktur seinastu mánaðirnar. Útlánsvøksturin er øktur frá at vera 0% í fyrra hálvári í fjør til 3,7% í fyrsta ársfjórðingi 2021, sí mynd 1.

Mynd 1. Útlánsvøkstur

Kelda: Landsbanki Føroya. Ársvøkstur í útlánum frá føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum til føroyskar kundar, 3 mðr. glíðandi miðal. Millumbanka útlán eru ikki íroknaði.

Tað eru ikki húsarhaldini, sum hava økt um lántøkuna í føroysku peningastovnunum. Útlánini úr føroysku bankunum til føroysku húsarhaldini eru økt við 1%, meðan útlánini til føroysku vinnukundarnar í fyrsta ársfjórðingini 2021 eru økt við 7% í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Húsarhaldini eftirspyrja hinvegin í stóran mun donsk realkredittlán til sethúsafígging. Vøksturin í útlánunum frá donsku peninga- og realkredittstovnunum er tí munandi hægri, enn tann hjá føroysku peningastovnunum.

Verður býtt út á vinnugreinar, eru útlánini úr føroysku peningastovnunum til tænastuvinnurnar økt við 11% og 8% til framleiðsluvinnurnar, meðan útlánini til tilfeingisvinnurnar eru lækkað við 5% í fyrsta ársfjórðingi 2021 í mun til árið fyri. Ein partur av útláninum til tænastuvinnurnar stavar frá kommunum.

Útlánsvøksturin hjá donsku peninga- og realkredittstovnunum til føroyskar kundar var 18% í fyrsta ársfjórðingi 2021, og tað eru fyrst og fremst húsarhaldini, sum læna frá realkredittstovnunum til sethúsakeyp. Føroyskt vinnulív lænir eisini nakað frá donskum peningastovnum.

Øktu útlánini frá donsku peninga- og realkredittstovnunum dregur samlaða útlánsvøksturin upp. Útlánsvøksturin til føroysku kundarnar var 6,3% í fyrsta ársfjórðingi 2021 hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans.

Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri fyrsta ársfjórðing 2021. Les meira her.

[1] Útlánsvøksturin er roknaður sum eitt 3 mánaðar glíðandi miðal av útlánunum samanborið við sama tíðarskeið árið fyri.