17.11.2025 - 10:00

Útlánsvøksturin 8% í september 2025

Í september 2025 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum 8,0% roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Útlánsvøksturin hevur verið minkandi síðani ársbyrjan 2024, men er síðani byrjan av 2025 øktur aftur.

Føroysku bankarnir høvdu útlán til føroyskar kundar fyri 21 mia. kr. í september 2025. Í september í fjør vóru útlánini 19,3 mia. kr., og tey eru tí økt við 1,7 mia. kr. í hesum tíðarskeiði. Roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal var útlánsvøksturin í september 8,0% hjá føroysku bankunum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør, sí mynd 1.

Tað er serliga vinnan og harnæst húsarhaldini og kommunurnar, ið hava økt um lántøkuna í 2025. Meginparturin av útlánunum hjá føroysku bankunum fara til húsarhald og privatu vinnuna.

Føroysk húsarhald læna eisini frá donskum realkredittstovnum, men vøksturin í útlánum frá donsku realkredittstovnunum til føroysku húsarhaldini er ikki eins stórur, sum útlánsvøksturin í føroysku bankunum. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var 2% í september 2025, samaborið við árið fyri.

Samlaði útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovunum var 7,6% í september 2025, samanborið við árið fyri.

Mynd 1. Útlánsvøksturin í føroysku bankunum

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.