19.04.2021 - 11:00

Útlánini veksa ikki skjótari enn búskapurin

Bæði undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 vuksu útlánini skjótari, enn búskapurin. Veksa útlánini skjótari enn búskapurin, kann tað vera eitt tekin um fíggjarligan óstøðugleika. Útlánini hava tó stórt sæð síðani fíggjarkreppuna havt ein lægri vøkstur enn búskapurin, og hetta kann partvíst skyldast, at kapitalkrøvini, sum bankarnir skulu lúka, eru herd og at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri í dag, at eftirspurningurin eftir fígging er lágur.

Eitt týdningarmikið lyklatal at hyggja at, tá umræður fíggjarligt støðufesti, er, hvussu skjótt útlánini frá føroysku peningastovnunum veksa í mun til BTÚ. Er vøksturin í útlánum áhaldandi hægri, enn búskaparvøksturin, kann tað vera eitt tekin um fíggjarligan óstøðugleika. Mynd 1 niðanfyri vísur lutfallið millum BTÚ og samlaðu útlánini frá peningastovnunum. Er linjan veksandi, merkir tað, at útlánini veksa skjótari, enn búskapurin. Bæði undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 vuksu útlánini skjótari, enn búskapurin.

Í løtuni eru ikki tekin um, at útlánini hjá peningastovnununum veksa ov skjótt samanborið við búskaparvøksturin. Útlánini hava stórt sæð síðani fíggjarkreppuna havt ein lægri vøkstur enn búskapurin. Hetta kann partvíst skyldast, at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri í dag, at eftirspurningurin eftir fígging ikki er stórur, og partvíst tí bankarnir leggja kapital til síðis fyri at uppfylla kapitalkrøvini, ið eru herd síðani fíggjarkreppuna í 2008.

Mynd 1 Útlánini veksa ikki skjótari enn búskapurin 

Landsbanki Føroya eygleiðir viðurskifti í føroyska búskapinum og bankageiranum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Royndirnar vísa, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri búskapin, tá ein banki fer á húsagang. Tískil greinar Landsbankin ymisk hagtøl, ið kunnu vísa á møguligar veikleikar í føroyska fíggjarkervinum. Landsbankin hevur givið út ársfrágreiðing um fíggjarliga støðufestið í Føroyum, les meira her