26-09-2022 - 10:00

Útflutningurin av vørum til Russlands lækkaður úr 23% niður í 9%

Í 2021 var útflutningurin av vørum til Russlands 23% av samlaða vøruútflutninginum. Hesin partur er í fyrru hálvu 2022 minkaður niður í 9%. Tað er russiska innrásin í Ukrania, sum er orsøkin til lægra vøruútflutningin til Russlands.

Myndin 1 niðanfyri vísir samlaða vøruútflutningin av vørum hjá Føroyum frá 2011 til 2021, umframt at myndin vísur, hvussu stórur partur av útflutninginum fer til Russlands. Hesin partur er vaksin nógv síðani 2011 og var heili 23% í 2021. Men eftir at Russlands gjørdi innrás í Ukrania í februar í ár, hava fleiri føroyskar útflutningsfyritøkur tikið stig til at steðga ella minka um útflutninginum til Russlands. Vøruútflutningurin er í fyrru hálvu 2022 minkaður niður í 9%.

Útflutningurin til Russlands er í høvuðsheitum laksur, og tey pelagisku fiskasløgini makrelur, sild og svartkjaftur. Mynd 2 vísir, at nærum einki er útflutt til Russlands av makreli, laksi og øðrum fiskasløgum í mars til juni í 2022. Útflutningurin av sild til Russlands, sum fyri tað mesta er selt í mars mánaði, er minkaður við meira enn eini helvt í hesum tíðarskeiði, samanborið við sama tíðarskeiði í 2021, meðan útflutningurin av svartkjafti, útflutt í juni, nærum er tann sami í hesum tíðarskeiði í 2021 og 2022.

Í heyst fara Føroyar undir samráðingar við Russland um nýggja fiskivinnuavtalu. Fiskivinnuavtalan er avgerandi fortreyt fyri fiskiskapinum eftir toski og hýsu í Barentshavinum, har Føroyar lata rættindi í føroyskum sjóøki til russar afturfyri. Skuldi tað hent, at fiskivinnuavtalan við Russland av einhvørjari orsøk ikki verður longd, rakar tað fyritøkur við virksemi í Barentshavinum meint, ið aftur vil ávirka fiskaútflutningin neiliga.

Hinvegin kann tað hugsast at eitt framhald av fiskivinnusamstarvinum við Russland kann gerast ein avbjóðing fyri umdømið Føroya úti í heimi og harvið fyri samlaða útflutningin. Her hevur tað helst avgerandi týdning, at Føroyar fylgja leistinum hjá Norra í samráðingunum við russar. Hetta tí føroyskar útflutningsfyritøkur í stóran mun kappast á somu marknaðum og við somu vørum, sum norskar fiskivinnu- og alifyritøkur.

Hesir búskaparligu váðar eiga at vera havdur í huga, um farið verður undir samráðingarnar í heyst.

Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.