10.03.2023 - 10:00

Umsitingin av botnfiskastovnunum roynist ikki væl

Heimaflotin er komin til eitt markamót, har tað er neyðugt at gera eina haldgóða ætlan fyri, hvussu heimaflotin gerst burðardyggur, so hann gevur íkast til búskapin. Eftir ringa standinum á botnfiskastovnunum at døma, hevur umsitingin av botnfiskastovnunum ikki roynst væl.

Vánaligan støðan í heimaflotanum við ringu útlitunum frameftir, hevur fingið politisku skipanina til at fara inn aftur á gamlar slóðir, ið vit frá royndum vita ikki er haldbart, við at veita stuðul til heimaflotan. Stuðulin verður ikki veittur sum reiður peningur, men tað kundi hann tað sama verið. Skipini, og í einkultum førum eisini fiskavirkir, fáa útlutað makrelkvotur, sum tey ikki eru før fyri at fiska. Síðan selja hesi fiskirættin til onnur at fiska. Í løtuni verður ikki goldið tilfeingisgjald av hesum kvotum. Inntøkan í landskassanum hevði verið omanfyri 40 mió. kr. í 2022, um veiðigjald var goldið fyri hesar kvotur. Tískil fer tilfeingisgjaldið, ið átti at fallið landinum í lut, til stál og óeffektiva framleiðslu. Tað vil siga til at heimaflotin heldur áfram við at verða størri, enn tað sum er búskaparliga skilagott.

Fiskavirkir, sum hava fiskifør á landgrunninum, fáa eisini óbeinleiðis stuðul, og hetta er við at skeikla kappingina millum fiskavirkini á landi.

Búskaparráðið er av tí fatan, at slíkar skipanir forða fyri vinnuligari tillaging til produktivitetsvøkstur í føroyska búskapinum. Umframt stuðul, sum verður veittur sum makrelkvotur eru eisini aðrar serskipanir sum tálma ella tekur burtur insitamentið hjá vinnuni at gerast meira produktiv. Eitt nú serskattaskipanir, sum sjófólk og uttanlandsarbeiðarar fáa, fiskavirkisskipanin, ið fastheldur arbeiðsmegi í vinnum, sum ikki kunnu veita starvsfólkunum arbeiði árið runt. Forðingin við ikki at kunna landa uttanlands tálmar somuleiðis tillagingarnar til produktivitetsvøksturin, tí forðingin virkar sum vinnuligur stuðul til fiskavirking á landi.

Slíkar serskipanir eru almennur stuðul til rakstur, ið hevur ilt við at bera seg. Slíkur almennur stuðul viðvirkar til at fasthalda arbeiðsmegi í eini ólønsamari vinnu, og kann elva til at kapitalur til íløgur leitar sær til vinnur, ið eru kunstiga lønsamar vegna almenna stuðulin. 

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.