31.05.2021 - 11:00

Tapini hjá føroysku peningstovnunum ikki stór í 2020

Tapini hjá føroysku peningastovnunum øktust í 2020, men vóru ikki størri enn, hvat tey í miðal hava verið seinastu fimm árini. 

Orsakað av Covid-19 var eitt fall í framleiðsluvirðinum BTÚ í 2020 og tískil er ikki óvæntað, at føroysku peningastovnarnir fóru at hava tap í fjør. Føroyski búskapurin er tó higartil sum heild sloppin væl ígjøgnum stoytin frá Covid-19, og tað sæst aftur í tapunum hjá føroysku peningastovnunum.

Tapini øktust í 2020 í mun til árið fyri, men tapini vóru ikki størri í 2020, enn tað tey í miðal hava verið seinastu fimm árini. Staðfestu tapini vóru í 2020 0,2% av samlaðu útlánunum og veðhaldunum hjá føroysku peningastovnunum tilsamans, sí mynd 1.

Mynd 1. Tap í % av útlánum og veðhaldum

Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: staðfest tap í inniverandi ári hjá føroysku peningastovnunum tilsamans í mun til samlaðu útlán og veðhald árið fyri, prosent.

Tapini vóru serliga stór í 2010, og hesi stava einamest frá tapunum hjá táverandi Eik banka. Eik banki varð yvirtikin av Finansiel Stabilitet í 2010. Tapini vóru somuleiðis stór eftir bankakreppuna í 90’unum (í myndin eru tó bert tap aftur til 1997 víst).

Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri fyrsta ársfjórðing 2021. Les meira her.