22.11.2021 - 10:00

Summi húski eru meira viðkvom fyri rentuhækkingum

Umleið 2/3 av skuldini hjá føroysku húskjunum er í føroysku peningastovnunum við eini broytiligari rentu, og hesi húskir verða tí beinleiðis rakt, um rentan hækkar. Harafturat hava umleið helvtin av lánunum, sum føroyingar hava í donskum realkredittstovnum, eina broytiliga rentu. Restin av skuldini hjá føroysku húskjunum er realkredittlán til fasta rentu.

Sambært greining hjá Nationalbankanum (2021)1, eru summi húskir serliga viðkvom fyri rentuhækkingum. Tað eru húskir við høgum skuldarlutfalli, sum hava sethúsalán við broytiligari rentu og/ella hava sethúsalán uttan avdráttir. Húskir við slíkum sethúsalánum koma í størri mun at nýta størri part av síni tøku inntøku til rentuútreiðslur, tá renturnar hækka. Hækkar rentan við 1 prosentstigi, veksa mánaðarligu rentuútreiðslurnar við umleið 800 kr. um mánaðin fyri hvørja millión krónur, ið ein skyldar.

Umleið 2/3 av skuldini hjá føroysku húskjunum er í føroysku peningastovnunum til broytiliga rentu, sí mynd 1. Hesi verða tískil beinleiðis rakt, um rentan hækkar. Harumframt hevur umleið helvtin av lánunum, sum føroyingar hava í donskum realkredittstovnum, eina broytiliga rentu. Realkredittlánini við broytiligari rentu hava tó ymisk rentubindingartíðarskeið; renturnar liggja fastar í tíðarskeiðum millum ½ til 5 ár, og tískil verða øll húskir við hesum lánum ikki rakt beinanvegin av eini rentuhækking. Restin av skuldini hjá føroysku húskjunum er realkredittlán til fasta rentu (yvir 10 ára rentubindingartíðarskeið). Samanlagt hava 86% av lánunum hjá føroysku húskjunum eina broytiliga rentu og 92% av lánunum eru við avdráttum (sept. 2021). 

Megna føroysku húskini ikki at gjalda mánaðarligu lánsgjøldini vegna øktar rentuútreiðslur, kann tað í ringasta føri føra til tap í føroysku peningastovnunum. Um húskini við stórari skuld eru nógv í tali, kann tað gerast ein váði fyri fíggjarliga støðufestið, um tapini eru stór. Lítið bendir tó í løtuni á, at húskir við høgum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið í Føroyum, av tí at tey eru fá í tali. 

Mynd 1. Skuld við og uttan fasta rentu og avdrátt 

 

Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: Føst renta er renta við rentubindingartíðarskeiði omanfyri 10 ár.    

1) Bech, Hviid og Mikkelsen (2021): ”Measuring household interest-rate sensitivity in Denmark”. Danmarks Nationalbank, nov. 2021.  

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2021 her.