23.04.2021 - 11:00

Skuld og eginogn í føroysku fyritøkunum

Hvussu stóran eginpening, fyritøkurnar hava í mun til skuld, hevur týdning fyri støðufestið hjá fíggjargeiranum. Tess størri eginognin er í mun til skuldina, tess tryggari er einstaka fyritøkan. Landsbanki Føroya hevur gjørt hagtøl úr roknskapunum hjá føroyskum fyritøkum, ið lýsa gongdina seinastu 15 árini. Sum heild kann sigast, at føroyskar fyritøkur eru væl konsolideraðar og tað er gott fyri fíggjarliga støðufestið.

Mynd 1 niðanfyri (v) vísir, at eginognin er vaksin sera nógv hjá føroysku fyritøkunum; eginognin var 6 mia. kr. í 2004 og er komin upp í 30 mia. kr. í 2019. Skuldin er eisini vaksin nógv hesi árini; úr 9 mia. kr. í  2004 upp í 29 mia. kr. 2019. Mynd 1 (h) vísir, at lutfallið millum skuld í mun til eginogn, ið lýsir, hvussu væl konsoliderað ella fíggjarliga trygg fyritøkan er.

Mynd 1 Eginpeningur og skuld í mun til eginogn

Mynd 1 (h) vísir, at lutfallið millum skuld og eginogn var 1,4 í 2004. Hetta merkir, at skuldin var 1,4 ferðir størri enn eginognin. Fram til 2008 vaks skuldin skjótari enn eginognin, so skuldin var 1,6 ferðir størri enn eginognin. Síðan er eginognin vaksin skjótari enn skuldin, so lutfallið er komið niður á 0,9. Hetta merkir at skuldin nú er minni enn eginognin. Føroysku fyritøkurnar eru nú munandi betri konsolideraðar enn tær vóru í 2004.

Nakað av avlopunum verður tikið upp í haldfeløg, og sæst tí ikki í sjálvum roknskapinum hjá fyritøkunum. Reyði grafurin í Mynd 2 vísir gongdina hjá haldfeløgunum, sum eiga vanligar vinnufyritøkur. Mynd 2 vísir, at skuldarlutfallið var 0,2 í 2004, tað vil siga, at skuldin var bert 20% av eginognini hjá haldfeløgunum. Skuldin vaks skjótt fram fyrstu árini, og skuldarlutfallið var 0,9 í 2009, svarandi til at skuldin var 90%, roknað av eginognini. Síðani er eginognin vaksin, meðan skuldin er spakuliga minkað, so skuldarlutfallið í 2019 er komið niður á 0,2, og haldfeløgini eru tí somuleiðis vorðin væl konsolideraði.

Sum heild kann tískil sigast, at føroyskar fyritøkur og haldfyritøkur eru væl konsolideraðar, og tað er gott fyri fíggjarliga støðufestið.

Landsbanki Føroya eygleiðir viðurskifti í føroyska búskapinum og bankageiranum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Royndirnar vísa, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri búskapin, tá ein banki fer á húsagang. Tískil greinar Landsbankin ymisk hagtøl, ið kunnu vísa á møguligar veikleikar í føroyska fíggjarkervinum. Landsbankin hevur givið út ársfrágreiðing um fíggjarliga støðufestið í Føroyum, les meira her