Sethúsaprísirnir eru øktir meira enn inntøkurnar í 2020. Høgu sethúsaprísirnir koma fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið.
Veksa sethúsaprísirnir í fleiri ár á rað skjótari enn inntøkurnar, kann tað vera tekin um ovurbjartskygni hjá húsarhaldunum. Realu sethúsaprísirnir øktust við 5,6% í 2020 í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan hjá húsarhaldunum er mett at vera økt við 2% sama árið. Sethúsaprísirnir eru sostatt øktir meira enn inntøkurnar í 2020, eins og teir hava síðani 2016, tó undantikið í 2018.
Mynd 1. Sethúsaprísir og tøk inntøka
Kelda: Betri Banki, Hagstova Føroya og egnar útrokningar. Viðm: Sethúsaprísirnir umboða miðstaðarøkið. Realir sethúsaprísir eru sethúsaprísir deflateraðir við brúkaraprístalinum. Inntøka er tøk inntøka hjá persónligum skattgjaldarum fram til 2018, árini 2019 og 2020 eru mett út frá vøkstrinum í lønargjaldingum.
Høga prísstøðið á sethúsamarknaðinum kemur fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið, millum annað orsakað av stóru nettotilflytingini seinastu árini. Harafturat er lága rentan ein av orsøkunum til høga prísstøðið, tí lágu renturnar gera tað lutfalsliga bíligt at gjalda rentur og avdráttir av eini stórari skuld.
Er skuldin stór, er tó umráðandi, at goldið verður niður uppá skuldina fyri at minka um váðan, og at einstaka húsarhaldið hevur nóg mikið av fíggjarligum rásarúmið til at kunna klára eina møguliga rentuhækking. Burturav samlaðu sethúsalánunum hjá føroysku húsarhaldunum, eru 1/3 donsk realkredittlán og restin vanlig sethúsalán úr føroysku bankunum. Vanligu sethúsalánini hjá føroysku bankunum hava broytiliga rentu, og hóast møguleiki er fyri at fáa skáa, verður hetta ikki nýtt í stóran mun av føroysku húsarhaldunum. Tøl hjá Landsbankanum vísa harafturat, at tey, sum hava realkredittlán, í størri mun eru farin at velja realkredittlán við avdráttum og fastari rentu, enn áður. Lán við fastari rentu og við avdráttum ger einstaka húsarhaldið meira mótstøðuført, skuldi rentan hækka ella búskaparliga gongdin vent, og tað er jaligt fyri fíggjarliga støðufestið.
Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri fyrsta ársfjórðing 2021. Les meira her.