26.04.2021 - 11:00

Sannlíkt er at landskassin rindar skuld aftur í juni

Gjaldføri landskassans er gott. Landskassin tók í juni 2020 1,6 mia. kr. í lán til at fíggja væntað hall á fíggjarlógini í 2020 og 2021, men hallið á fíggjarlógini í 2020 og 2021 eru væl minni, enn væntað varð tá lántøkan varð framd. Tískil fer landskassin sannlíkt at minka um skuldina í juni 2021.

Umframt lántøkuna í juni 2020, hevði landskassin eisini gott gjaldføri við ársbyrjan 2020; tað var 600 mió. kr. omanfyri lógarkravda minstagjaldførið á 2,9 mia. kr.

Úrslitið á fíggjarlógini fyri 2020 vísir eitt hall á umleið 300 mió. kr., sum er 800 mió. kr. lægri, enn fíggjarmálaráðið metti hallið fór at verða, tá lántøkan varð framd. Fyri árið 2021 vísir fíggjarlógin eitt hall á umleið 200 mió. kr., sum er væl minni, enn fíggjarmálaráðið metti í apríl 2020, tá lántøkan varð framd.

Føroyski búskapurin er higartil sloppin betri enn væntað frá Covid-19 farsóttini, og tí fer landskassin sannlíkt at minka um skuldina í juni 2021, tá lán skal rindast aftur.

Landsbanki Føroya eygleiðir viðurskifti í føroyska búskapinum og bankageiranum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Royndirnar vísa, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri búskapin, tá ein banki fer á húsagang. Tískil greinar Landsbankin ymisk hagtøl, ið kunnu vísa á møguligar veikleikar í føroyska fíggjarkervinum. Landsbankin hevur givið út ársfrágreiðing um fíggjarliga støðufestið í Føroyum, les meira her