06.11.2025 - 10:00

Kreditvirðið er trið hægst á stiganum hjá Moody’s

Moody’s kunngjørdi 29. september 2025, at Føroyar varðveita sítt kredittvirði á Aa2. Føroyar hava trið hægstu meting hjá Moody's, sum hevur 21 stig.

Í metingini verður millum annað lagt dent á góða afturgjaldsførleikan hjá landskassanum orsakað av stóra minstagjaldførinum. Landskassin skal sambært lóg hava 15% av BTÚ í minstagjaldføri, sum í 2025 svarar til slakar 4 mia. kr.

Tað hevur týdning, at Føroyar fáa eina góða meting, tí tað økir um álitið hjá íleggjarum, sum vilja veita Føroyum lán. Góða metingin ávirkar eisini hvørja rentu landskassin skal rinda fyri síni lán. Jú betri kredittmeting, jú lægri er rentan, tá ið landið skal taka lán.

Ymisk viðurskifti kunnu gera, at ratingin verður verri, millum annað um skuldin veksur munandi ella um landskassin hevur hall í fleiri ár á rað.

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.