18.10.2021 - 10:00

Kjarnuinntøkurnar hjá bankunum eru øktar við í miðal 2,7% um árið síðani 2010

Síðani 2010 er útlánsrentan fallin skjótari, enn innlánsrentan. Tað merkir, at munurin millum inn- og útlánsrentuna, sum er ein av kjarnuinntøkunum hjá bankunum, er lækkað. Inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum tilsamans eru tó vaksnar frá at vera um 770 mió. kr. í 2010 til at vera 1 mia. kr. í 2020, ið er ein vøkstur á umleið 30% ella í miðal 2,7% um árið hetta tíðarskeiðið.

Mynd 1 niðanfyri vísir inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum hjá føroysku bankunum í árunum 2010 til 2020. Nettorentuinntøkurnar hjá bankanum vuksu frá 2010 til 2012, tá tær vóru í hæddini á umleið 1 mia. kr. Síðani 2012 eru nettorentuinntøkurnar falnar frá at vera um 1 mia. kr. til at vera um 700 mió. kr. í 2020.

Inntøkurnar frá ómaksgjøldum vóru á umleið 100 mió. kr. í 2010 og eru síðani vaksnar upp til um 300  mió. kr. í 2020. Inntøkurnar frá rentum og ómaksgjøldum tilsamans eru vaksnar frá at vera um 770 mió. kr. í 2010 til at vera 1 mia. kr. í 2020, ið er ein vøkstur á  umleið 30% ella í miðal 2,7% um árið hetta tíðarskeiði. Í 2011 keypti BankNordik Amagerbanken, og tað forklárar allarhelst ein part av vøkstrinum í inntøkunum hetta árið*.

Mynd 1. Inntøkur frá rentum og ómaksgjøldum

Kelda: Finanstilsynet

Mynd 2 vísir gongdina í miðal innláns- og útlánsrentunum hjá føroysku bankunum. Sum sæst er gongdin í bæði innlánsrentuni og útlánsrentuni fallandi, tó fellur útlánsrentan skjótari, enn innlánsrentan. Tað merkir, at rentumarginalurin (munurin millum innláns- og útlánsrentuna), sum er ein av kjarnuinntøkunum hjá bankunum, er lækkaður hesi árini. Miðal innlánsrentan hjá føroysku bankunum fór niðurum null síðst í 2019. Føroysku bankarnir vóru nakað seinni, enn danskir bankar at seta negativa rentu á innlán. Viðurskiftini á altjóða fíggjarmarknaðinum gera, at rentan er undir trýsti, og peningastovnarnir hava lagað raksturin eftir hesum við at seta innlánsrentuna niður.

Mynd 2. Miðal inn- og útlánsrenta í føroysku bankunum

Kelda: Landsbanki Føorya. Viðm.: Útláns- og innlánsrentan eru tilroknaðar rentur, í fylgiskjalinum í frágreiðingini er nágreinað, hvussu renturnar eru roknaðar. Her víst sum 3 mðr. glíðandi miðal.

* Dagført 20. oktober 2021.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið í øðrum ársfjórðingi 2021 her