09.07.2025 - 10:00

Innlánini í bankunum økt við 9,9%

Peningur á bók í føroysku bankunum var 22 mia. kr. í mai 2025, sum er ein vøkstur á 9,9%, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

Vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankunum var 9,9% í mai 2025, mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Tað er millum annað innlánsvøksturin hjá vinnuni (11,2%) og húsarhaldunum (6,9%), sum togar samlaða innlánsvøksturin upp.

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 2,5 mia. kr. í mai 2025, sí mynd 1. Innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) í føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu.

Mynd 1 Innlánsyvirskot

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.