29-11-2021 - 10:00

Føroyska EGS-skuldin mett til 35% í 2021

EGS-skuldin hjá Føroyum er mett til at verða 35% av BTÚ í 2021. EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS skuld er ein háttur at rokna út almenna bruttoskuld, ið kann samanberast tvørturum lond. 

EGS-skuldin hjá Føroyum var um 44% av BTÚ við ársenda 2020, samanborið við 35% við ársenda 2019. Orsøkin til vøksturin frá 2019 til 2020 er, at landskassin í juni 2020 økti skuldina við 1,6 mia. kr. í sambandi við Covid-19. Landskassin hevur tó í juni 2021 afturgoldið 1,35 mia. kr. av skuldini og metingin er, at EGS-skuldin við ársenda 2021 aftur verður nærum 35% av BTÚ.

EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS skuld er ein ávísur máti at rokna út bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuld­ar­støðið tvørturum lond. Á donskum verður tað rópt ØMU (Økonomisk Monetær Union) og á enskum EMU (Economic and Monetary Union). Almenna skuldin umfatar skuld hjá stjórnarmyndugleikanum, lands­parta­mynd­ug­leik­um (regiónum), kommunum og sosialum grunnum. Skuldin hjá almennum fyri­tøkum, sum tað almenna veðheldur fyri, verður eisini roknað við, um so er, at felagið ikki er sjálvberandi og almenni myndugleikin má gjalda vegna veðhaldið. Megnar ein almenn fyri­tøka, ið hevur skuld, ikki at afturgjalda skuldina við egnum inntøkum, verður skuldin, ella partur av skuldini, roknað við í almennu EGS- skuldina. Tískil er skuldin hjá P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlinum roknað við í almennu skuldini hjá Føroyum. 

Upprunaliga var hesin háttur nýttur til at vita, um evrulondini hildu seg innanfyri avtalaða hámarkið á 60% av BTÚ. Síðan fóru onnur evropeisk lond at nýta leistin at gera upp skuld, so tey kundu samanbera seg við hini evrulondini, sí mynd 1. Nú verður EGS-leisturin ofta nýttur sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum, eisini hjá londum sum einki hava við ES at gera.

 

Mynd 1. Almenn bruttoskuld 2020 

  

Kelda: Landsbanki Føroya (Føroyar), tradingeconomics.com (Ísland og Noreg) og Eurostat. Viðm.: Almenn bruttoskuld í ymsum londum 2020, EGS-skuld, almenn fyrisiting og tænastur (almennar fyritøkur ikki íroknaðar). 

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2021 her.