26.04.2021 - 11:00

Føroyska EGS-skuldin er á sama støði sum hjá hinum Norðanlondunum

EGS-skuldin hjá Føroyum liggur undir tey 60%, sum er avtalaða hámarkið fyri Evrulondini. EGS-skuld verður nýtt sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum, eisini hjá londum sum ikki eru limir í ES. EGS-skuldin hjá Føroyum liggur á sama støðið sum hjá hinum Norðanlondunum, men er væl lægri, enn hjá stóru evropeisku londunum.

EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið (á donskum ØMU). EGS-skuld er ein ávísur máti at rokna bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuldarstøðið hjá ymsum londum. Talan er soleiðis um ein felags uppgerðarhátt. EGS-leisturin verður nú oftani nýttur sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum, eisini hjá londum sum ikki eru limir í ES.

EGS-skuldin hjá Føroyum er um 44% av BTÚ við ársenda 2020, samanborið við 35% við ársenda 2019. Orsøkin til vøksturin er, at landskassin hevur økt lántøkuna við 1,6 mia. kr. í 2020 í sambandi við Covid-19. Mynd 1 niðanfyri vísur, at EGS-skuldin hjá Føroyum liggur undir tey 60%, sum er avtalaða hámarkið fyri Evrulondini. Myndin vísur eisini, at Føroyar í EGS-skuld liggur á sama støðið sum hini Norðanlondini, men hevur væl minni EGS-skuld enn stóru evropeisku londini.

Mynd 1 EGS-skuld í ymsum londum

Landsbanki Føroya eygleiðir viðurskifti í føroyska búskapinum og bankageiranum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Royndirnar vísa, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri búskapin, tá ein banki fer á húsagang. Tískil greinar Landsbankin ymisk hagtøl, ið kunnu vísa á møguligar veikleikar í føroyska fíggjarkervinum. Landsbankin hevur givið út ársfrágreiðing um fíggjarliga støðufestið í Føroyum, les meira her