15.04.2021 - 11:00

Fíggjarstøða landskassans er góð men nettoogning átti at verið størri

Hóast fíggjarstøða landskassans í løtuni er góð, er hon í roynd og veru verri, enn hon var í 2008 tá fíggjarkreppan rakti, enntá hóast Føroyar hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini. Skulu Føroyar ikki hava verri rating í sambandi við eini komandi búskaparliga afturgongd, er neyðugt at nettoogn landskassans er væl omanfyri tað, hon var í 2007.

Á hvørjum árið kredittmetur Moody’s Føroyar, og hóast Covid-19 rakti føroyska búskapin, fingu Føroyar somu rating í august 2020, sum seinast. Sum nú er tykist Covid-19 at hava verið sum ein tíðaravmarkaður stoytur, men verður stoyturin størri og longri, er vandi fyri, at Føroyar verða rataðar niður. Skulu Føroyar ikki hava verri rating í sambandi við eini komandi búskaparliga afturgongd, er tí neyðugt at nettoogn landskassans er væl omanfyri tað, hon var í 2007.

Mynd 1 niðanfyri vísir, at landskassin hevði eina nettoskuld á umleið 0 kr. í 2007, áðrenn fíggjarkreppan rakti í 2008, meðan hon í 2019, áðrenn Covid-19 rakti føroyska búskapin, var minus 750 mió. kr. 

Í 2011 varð ratingin lækkað, tí landskassin í sambandi við fíggjarkreppuna fleiri ár á rað hevði hall á fíggjarlógini. Landskassin økti í árunum 2008-2015 skuldina við 3 mia. kr. tilsamans. Skulu Føroyar ikki hava verri rating í sambandi við eini komandi búskaparliga afturgongd, er neyðugt, at nettoognin er væl omanfyri tað, hon var í 2007. Landsbanki Føroya metur at nettoognin eigur at vera í øllum førum 10% av BTÚ, sum svarar til um 2 mia. kr. soleiðis, at fíggjarligt rásarúm er til at taka ímóti eini komandi búskaparligari afturgongd, uttan at missa eitt stig á ratingstiganum.  

Mynd 1 Nettoogn/-skuld landskassans

Landsbanki Føroya eygleiðir viðurskifti í føroyska búskapinum og bankageiranum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Royndirnar vísa, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri búskapin, tá ein banki fer á húsagang. Tískil greinar Landsbankin ymisk hagtøl, ið kunnu vísa á møguligar veikleikar í føroyska fíggjarkervinum. Landsbankin hevur givið út ársfrágreiðing um fíggjarliga støðufestið í Føroyum, les meira her