01. mars 2023
27. februar 2023
21. februar 2023
23. desember 2022
30. desember 2022
30. desember 2022
27. desember 2022
27. desember 2022
23. desember 2022
13. oktober 2022
11. oktober 2022
17. oktober 2022
14. oktober 2022
14. oktober 2022
17. oktober 2022
20. oktober 2022
26. september 2022
26. september 2022
22. september 2022
22. september 2022
20. september 2022
16. september 2022
16. september 2022
12. september 2022
01. september 2022
30. august 2022
04. juli 2022
04. juli 2022
30. juni 2022
30. juni 2022
02. juni 2022
19. mai 2022
09. mai 2022
09. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
18. mars 2022
18. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
21. mars 2022
21. mars 2022
03. mars 2022
01. mars 2022
23. februar 2022
Búskaparráðið metir BTÚ vøksturin í leypandi prísum fyri 2021 at verða 7,9%. Føroyski búskapurin er sostatt komin skjótt fyri seg eftir stoytin frá koronufarstóttini. Høvuðsorsøkirnar eru økt privat nýtsla og størri tøkunøgd av alifiski.
Mynd I 1 niðanfyri vísir, at Føroyski búskapurin hevur megnað at komið skjótt fyri seg eftir koronafarsóttina, og stoyturin frá koronufarsóttini hevur eitt “V” eyðkenni. Búskaparráðið metir, at BTÚ vøksturin í leypandi prísum fyri 2021 verður 7,9%, eftir negativan vøkstur á -2,3% í 2020.
Í 2021 stavar vøksturin í BTÚ serliga frá øktum útflutningsvirði umframt øktari nýtslu og íløgum. Útflutningsvirðið verður fyrst og fremst hálað upp av øktu tøkunøgdini av laksi. Príshækking á botnfiski og minni goymslur, enn í 2020, geva eisini sítt positiva íkast. Búskaparráðið metir, at útflutningsvirðið økist, hóast útflutningsvirði á uppisjóvarfiski væntandi minkar.
Føroysku húsarhaldini eru sum heild ikki stórvegis ávirkaði av koronufarstóttini, sigur Búskaparráðið. Húsarhaldini hava framvegis eina góða fíggjarstøðu og hava í ár, eins og í fjør, nýtt ein stóran part av tí peningi í Føroyum, sum annars skuldi verið nýttur uttanlands í summarfrítíðini. Hetta sæst millum annað aftur í innflutninginum. Afturat privatu nýtsluni, er økta íløguvirksemi hjá bæði húsarhaldum og privatum fyritøkum við til at hála vøksturin í BTÚ upp í 2021.
Almenna nýtslan økist við 5% í 2021 í mun til árið fyri. Tað eru í stóran mun lønarútreiðslurnar á vælferðarøkinum, t.d. í heilsu- og almannaverkinum hjá landinum, sum eru øktar. Lønargjaldingar eru eisini øktar hjá kommununum, sum millum annað røkja eldraøkið. Útreiðslurnar til fólkapensjón veksa somuleiðis í 2021 í mun til árið fyri.
Í 2021 minka mettu samlaðu íløguútreiðslurnar undir almennum ræði. Henda minking stavar frá fyritøkum, sum tað almenna ræður yvir, og frá kommununum. Hjá fyritøkum undir almennum ræði eru íløguútreiðslur til tunlar og SEV lægri í 2021 enn í 2020, og hjá kommununum eru fleiri størri verkætlanir vorðnar lidnar, eitt nú í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu. Hinvegin er ikki stór broyting í íløgum, tá tað snýr seg um landið.

01. mars 2023
27. februar 2023
21. februar 2023
23. desember 2022
30. desember 2022
30. desember 2022
27. desember 2022
27. desember 2022
23. desember 2022
13. oktober 2022
11. oktober 2022
17. oktober 2022
14. oktober 2022
14. oktober 2022
17. oktober 2022
20. oktober 2022
26. september 2022
26. september 2022
22. september 2022
22. september 2022
20. september 2022
16. september 2022
16. september 2022
12. september 2022
01. september 2022
30. august 2022
04. juli 2022
04. juli 2022
30. juni 2022
30. juni 2022
02. juni 2022
19. mai 2022
09. mai 2022
09. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
18. mars 2022
18. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
21. mars 2022
21. mars 2022
03. mars 2022
01. mars 2022
23. februar 2022
