Hvat ger Landsbankin?

Landsbanki Føroya er óheftur almennur stovnur, sum virkar fyri fíggjarligum støðufesti, tað vil siga einum tryggum fíggjarkervi og einum høgum kredittvirði í Føroyum.

Fíggjarstovnar eru undirstøðukervi hjá pengum í samfelagnum, og tí er ein sunnur fíggjargeiri avgerandi fyri ein væl virkandi og smidligan búskap.

Les meir um fíggjarligt støðufesti

Kunning og ráðgeving

Umframt fyrisitingarligu uppgávurnar er Landsbankin ein kunnandi og ráðgevandi stovnur. Lands­bankin ráðgevir politisku skipanini í avgerðum, sum hava við fíggjarmarknaðin at gera. Harafturat hevur Landsbankin skyldu at savna, samansjóða og miðla upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri føroyska fíggjarkervi. Landsbankin leggur seg eftir at miðla tilfar, sum bæði er viðkomandi fyri vinnu, politisku skipanina og borgaran.

Frágreiðingar frá Landsbanka Føroya

Kunning frá Landsbanka Føroya

Gjaldføri

Landsbankin umsitur gjaldførið hjá landskassanum. Gjaldføri er tøkur peningur hjá landi­num at greiða sínar skyldur: rinda lønir, rakstur og annað.

Sambært lóg um Landsbanka Føroya, skal landið til eina og hvørja tíð hava eitt gjaldføri, sum er 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). Er BTÚ, til dømis, 20 milliardir krónur, skal landið hava í minsta lagi 15 prosent av hesum – 3 milliardir krónur – í tøkum peningi.

Les meir um gjaldførið hjá landinum

Íløgurøkt

Landsbankin tryggjar gjaldførið millum annað við at seta pengar í virðisbrøv innanfyri góð­tikin váðamørk. At keypa og selja virðisbrøv er vanligt hjá flestu almennum myndug­leikum, eisini uttanlands.

Ikki er skilagott at lata pengar – til dømis hjá landinum – standa stillar á bók – heldur ikki tá ið rentan er positiv. Í løtuni er rentan negativ, og tí hevði hetta verið upp­aftur minni skilagott í dag. Størri langtíðaravkast fæst við at seta pening í virðisbrøv (lánsbrøv og partabrøv) enn bara at seta teir í bankan. Endamálið er, at pengarnir í landskassanum skulu geva eitt langtíðaravkast.

Virðisbrævakursir sveiggja, og tí kann virðisbrævahandil geva undirskot í ávísum tíðar­skeið­um. Men sum frálíður skal íløgurøktin hjá landinum geva yvirskot.

Íløgustrategiin hjá land­i­num er varin. Hon er sett saman við umleið 60 prosent stats- og real­kreditt­láns­brøv­um við lágum váða, góð 20 prosent í ymsum virðisbrøvum og ognum við miðalváða og 20 prosent partabrøv, sum hava hægri váða.

Gamalt var, at ikki øll egg skulu leggjast í somu kurv. Soleiðis er eisini við virðisbrøvum. Ein íløgurøð er tí sett saman við ymiskum sløgum av lánsbrøvum (obligatiónum) og partabrøvum, tí gongur illa við partabrøvum plagar at ganga betur við lánsbrøvum, og øvugt. Á fakmálið eitur tað, at samvariatiónin er negativ. Á henda hátt verður váðin spjaddur og avkastið verður meira javnt sum frálíður.

Vanliga verður sagt, at skalt tú meta um, hvørt ein virðisbrævastrategi er góð ella vánalig, skalt tú hyggja at, hvat hon gevur av avkasti í einum trý til fimm ára tíðarskeiði.

Pengarnir verða bara settir í virðisbrøv uttanlands, tí kreppan í 90-árunum vísti, at trupult kann vera hjá landskassanum at taka pening úr føroyskum peninga­stovn­um í kreppu­støðum. Tað kann gera støðuna verri, tí bankarnir tá sjálvir kunnu mangla gjaldføri. Við skipanini í dag ber til at selja virðisbrøv uttanlands fyri at fáa fatur í pengu­num, og sostatt verða føroysku peningastovnarnir ikki órógvaðir av, at landið tekur stórar upphæddir út.

Les meir um íløgurøkt og íløguavkast hjá landinum

Lán og skuld

Landsbankin umsitur lántøkuna hjá landinum. Nøkur ár er undirskot á fíggjarlógini, til dømis millum 2008 og 2015, og hetta undirskot verður fíggjað við lántøku. Lán verða tikin við at selja lánsbrøv uttanlands og í Føroyum.

Neyðugt er hjá landinum at vera á lánsmarknaðinum regluliga, soleiðis at íleggjarar kenna Føroyar, tí so verður lættari og bíligari at fáa lán. Hetta kann samanberast við, tá ið ein seljari roynir at fáa eina vøru á ein marknað. Vøran fær lættari atgongd, um keyparar kenna selja­ran frammanundan.

Les meir um landskassaskuldina

Kredittmeting (rating)

Flest allir stovnsligir íleggjarar (bankar, pensjónsfeløg o.l.) hava krav um, at meginparturin av landsbrævalánunum bert kann lænast til lántakarar, sum hava rating (almenna kredittmeting). Talið av íleggjarum, sum keypa føroysk landskassalánsbrøv øktiskt munandi eftir at Føroya landsstýrið fekk sína fyrstu rating á vári í 2008.

Verður landið áhaldandi kredittmett, er eisini lættari at taka upp nýggj lán og lættari hjá føroyskum fyri­tøkum at taka lán uttanlands.

Rentan (kostnaðurin) á lánunum, sum landið tekur, er ávirkað av kredittmeting hjá rating­fyritøkuni Moody’s. Tí kann hetta eisini ávirka lánikostnaðin hjá fyritøkum, sum fara uttan­lands eftir fígging. Landsbankin virkar fyri, at Føroyar fáa so góða kredittmeting (og harvið so bílig lán), sum gjørligt. Landsbankin stendur fyri samskiftinum við Moody’s og veitir eisini neyðugu upplýsingarnar, sum ratingfyritøkan hevur brúk fyri, fyri at kunna kredittmeta Føroyar.

Les meir um kredittmetingar

Føroya Váðaráð

Landsbankin er skrivstova hjá Føroya Váðaráðið, sum hevur eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum.

Landsbankastjórin virkar sum formaður ella forkvinna í Váðaráðnum. Harafturat ger lands­bankin frágreiðingar og fyrireikar tilfar til fundir hjá Váðaráðnum, sum skulu vera fýra ferðir um árið.

Váðaráðið virkar sambært kapittul 2 í lóg um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð frá november 2016.

Les meir um systemiskar fíggjarligar váðar

Les meir um Váðaráðið

Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (Samhaldsfasti)

Landsbankin umsitur Samhaldsfasta, sum er ein pensjónsgrunnur. Grunnurin hevur til enda­máls at tryggja øllum íbúgvum í Føroyum eina arbeiðsmarknaðareftirløn. Fólk hava rætt til útgjald úr grunninum, tá ið tey fylla 67 ár. Allir persónar undir 67 ár rinda 3 prosent av árligu skattskyldugu inntøkuni í grunnin og allir arbeiðsgevarar rinda somuleiðis 3 prosent av útgoldnum A-inntøkum.

Umleið 90 prosent verður goldið út aftur sama ár, meðan 10 prosent verður spart upp, soleiðis at nóg mikið av pengum er í grunninum, og at útgjaldið ikki minkar, tá ið talið á pensjónistum fer at vaksa. Eisini ger Landsbankin framskrivingar og metir um, hvussu fólkafrøðiligar broytingar ávirka inngjald og útgjald úr grunninum.

Landsbankin umsitur grunnin saman við TAKS, ið dagliga umsitur inngjøld og útgjøld.

Les meir um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin

Búskapargrunnur Føroya

Landsbankin umsitir Búskapargrunnin, sum sambært lóg skal “stuðla undir ein sjálv­ber­andi og haldføran búskap við at virka fyri búskaparligum sjálvbjargni, búskaparligum støðu­festi og konjukturjavning og samhaldsfesti millum ættarlið.”

At búskapargrunnurin er konjukturjavnandi merkir, at pengar verða settir inn í grunnin í góðum tíðum, sum síðani kunnu brúkast í verri tíðum.

Les meir um Búskapargrunn Føroya