Skuld samanborin við onnur lond

EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið, og EGS skuld er ein ávísur máti at rokna út bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuld­ar­støði hjá ymsum londum. Lond hava ymsan almennan bygnað, og tí er neyðugt at gera av, hvørjir partar av almenna geiranum skulu takast við, og hvørjar av almennu fyri­tøk­un­um skulu takast við í samlaðu almennu skuldina.

Almenna skuldin umfatar í øllum førum skuld hjá stjórnarmyndugleikanum, lands­parta­mynd­ug­leik­um (regiónum), kommunum og sosialum grunnum. Skuldin hjá almennum fyri­tøkum, sum tað almenna veðheldur fyri, verður eisini roknað við, um so er, at felagið ikki er sjálvberandi og almenni myndugleikin má gjalda vegna veðhaldið. Hetta merkir, at um ein almenn fyri­tøka hevur skuld, men ikki klárar at afturgjalda skuldina við egnum inntøkum, so verður skuldin, ella partur av skuldini, roknað við í almennu EGS skuldina.

Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið (EGS), gjørdi tað neyðugt at finna ein felags leist fyri, hvussu almenna skuldin skuldi gerast upp. Tá ætlan varð gjørd um at fáa evruna til felags gjaldoyra hjá nógvum europeiskum londum, varð sett krav um, at skuldin hjá almenna geiranum ikki kundi vera størri enn 60 prosent av BTÚ í teimum londum sum ynsktu at nýta evruna sum gjaldoyra. Tí varð neyðugt at velja ein felags uppgerðarhátt, so allar stjórnir høvdu sama skuldarhugtak at halda seg til.

Evran varð stovnað innanfyri lógarkarmin, sum vanliga verður nevndur ØMU á donskum (Økonomisk Monetær Union), EMU á enskum (Economic and Monetary Union). Landsbanki Føroya brúkar heitið EGS (Europeiska Gjaldoyra Samstarvið).

Upprunaliga varð hesin háttur mest brúktur fyri at vita, um Evrulondini hildu seg innanfyri avtalaða hámarki á 60 prosent av BTÚ. Síðan fóru onnur europeisk lond at nýta leistin at gera upp skuld, so tey kundu samanbera seg við Evrulondini.

Nú verður EGS-leisturin ofta nýttur sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum - eisini hjá londum sum einki hava við ES at gera.

 Kelda: Hagstova Føroya, Landsbanki Føroya, Gjaldstovan, Búskaparráðið, Roknskapir

Talvan omanfyri vísir, at EGS-skuldin hjá Føroyum er um 30% av BTÚ við ársenda 2023.

Í uppgerðini av føroysku EGS-skuldini er ein lítil óvissa í kommunuskuldini. Orsøkin er, at tað ikki ber til at sundurskilja stuttfreistaða lánsskuld (sum skal teljast við í EGS-skuldina) og stuttfreistaða kreditorskuld (sum ikki skal teljsat við). Óvissan er tó í mesta lagi 1% av BTÚ.