Grein 5, stk 2 í lógini um Búskapargrunn Føroyar er ásett at Landsbanki Føroya umsitur grunnin og ger leiðreglur fyri íløguvirksemi hjá grunninum.
Fæ grunnsins verður umsitið sambært íløguheimildini og leiðreglunum fyri íløguvirksemi, sum nevndin í landsbankanum hevur samtykt at galda fyri minstagjaldførið hjá landskassanum. Hetta til støðisfæið er komið upp á eina upphædd 800 mió. kr. ella meira. Tá verður serstøk íløguheimild og leiðreglur gjørdar fyri grunnin.
Galdandi íløguheimildin, har eisini leiðreglurnar eru í, sæst Íløgurkarmar fyri landskassans gjaldføri
Samtykt á fundi í landsbankannevndini 27. august 2018.