Heimasíðan hjá Landsbanka Føroya

Hvørjar upplýsingar savna vit?

Tá tú ferðast á okkara síðu, savna vit upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:

  1. Hvørjar cookies verða goymdar
  2. Slag av tóleind
  3. Slag av kaga (browser)
  4. Tíðarsonu
  5. IP-adressu
  6. Hvørjar síður, tú vitjar
  7. Hvussu tú fanst fram til okkara síðu

Tøknin, vit nýta til innsavnan, eru cookies, ið eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind.

Tú kanst síggja hvørjar cookies, ið vera nýttar her.

Tað er ikki gjørligt at nýta hesir upplýsingar til at avdúka, hvørki navn ella adressuna hjá tær.

Hvussu brúka vit hesar upplýsingar?

Upplýsingar um tóleindir

Vit brúka upplýsingar, ið vit savna inn um tóleindir o.a., til at halda eyga við møguligum álopum á síðuna. Vit brúka eisini hesar upplýsingar til at betra um okkara síðu, so at vit kunnu geva tær eina betri uppliving.

Í sambandi við marknaðarátøk, kunnu vit brúka upplýsingar um tóleindina fyri at betra, avmarka og tillaga samskiftið, so tað er so greitt og viðkomandi sum gjørligt.

Endamálið við at savna og viðgera tínar persónsupplýsingar, er at tryggja og betra um heimasíðuna og útgávur hjá Landsbankanum.

Viðgerðin av upplýsingunum er neyðug fyri at røkja okkara myndugleikaútinnnan (Dátuverndarlógin, paragraf 8, stk. 1, litra 5).

Upplýsingarnar vera goymdar í 5 ár eftir loknað viðgerð og verða síðani strikaðar.