Nevnd

Nevndin er skipað við 7 limum og 7 varalimum. Nevndarlimir eru valdir í trý ára tíðarskeið í senn og kunnu í mesta lagi veljast fýra ferðir.

Nevndarlimir skulu hava fakligar førleikar innan eitt ella fleiri av økjunum: búskaparfrøði, fígging og kredittmeting, og skulu eisini hava innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.

Nevndarlimirnir verða tilnevndir soleiðis:

2 limir: Landsstýrisfólki í fíggjarmálum

2 limir: Fróðskaparsetur Føroya

1 limur: Arbeiðsgevarafelagið

1 limur: Fakfeløgini

1 limur: Kommunufelagið

Nevndin skipar seg sjálv við formanni/forkvinnu og næstformanni/næstforkvinnu. Nevndin setir og loysir stjóran úr starvi.

Nevndin skipaði seg á fundi 15. februar 2017 við Tummas Eliasen sum formanni og Jan Otto Holm sum næstformanni.

 

Nevndarlimir

Tummas T. Eliasen, formaður, eftir tilmæli frá kommunufelagnum. Tummas T. Eliasen er útbúgvin Cand. scient. pol. frá Århus Universitet í 1985. Starvast í dag sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu. Tummas hevur drúgvar royndir innan tryggingarvirksemi. Hann hevur verið stjóri á Føroya Lívstrygging (LÍV), og áðrenn tað, fíggjarstjóri á Tryggingarsamband Føroya og Føroya Lívstrygging. Hann hevur umboðað hesi feløg í fleiri nevndum m.a. Virðisbrævamarknaði Føroya (VMF). Hann hevur sostatt holla vitan um føroyska samfelagsbúskapin.

Jan Otto Holm, næstformaður, eftir tilmæli frá fakfeløgunum. Jan Otto Holm er útbúgvin Cand.merc. innan fígging og roknskap í 1995. Hann hevur arbeitt innan virðisbræva- og fíggjarognarumsiting hjá bankum og tryggingarfeløgum í Føroyum og í Danmark. Ídag hevur Jan Otto sítt egna virki, sum veitir ráðgeving innan fíggjar- og íløguvirðuskiftir. Harumframt undirvísir Jan Otto á handilsskúlanum og bankaskúlanum og situr eisini í ymiskum nevndum. Hann hevur sostatt holla vitan um føroyska fíggjargeiran, tryggingarvirksemi og búskapin.

Zvonko Mrdalo eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya. Zvonko Mrdalo er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Oxford í 2004 og hevur síðani tikið eina Phd í búskaparfrøði í Aberdeen í 2012. Starvast á Fróðskaparsetrinum og hevur fyrr starvast hjá Atlantic Petroleum, Spf/14, Hagstovu Føroya og AUPEC (UK). Hann hevur eisini verið limur í Búskaparráðnum. Zvonko hevur sostatt førleikar innan búskaparfrøðið, fígging og kredittmeting og búskapin í Føroyum.

Elisabeth Eldevig eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya. Elisabeth Eldevig er útbúgvin fiskivinnufrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Trømsø í 1987. Hon hevur starvast sum stjóri í Samfisk, á Føroya Handilsskúla á Kambsdali har hon undirvísti í Altjóða búskapi og fiskivinnu og hjá Framherja. Hon hevur eisini verið forkvinna í Jarðargrunninum og Búnaðargrunninum og hevur eisini verið limur í Búskaparráðnum. Elisabeth hevur førleikar innan búskaparfrøði og hevur serliga gott innlit í fiskivinnuna í Føroyum.

Fróði Magnussen eftir tilmæli frá arbeiðsgevarafelagnum. Fróði er stjóri í tøknifyritøkuni Formula. Við síðuna av stjórastarvinum undirvísir hann í búskapar- og fíggingarfakligum viðurskiftum á HD/bachelor støði á Glasi. Fróði Magnussen hevur sitið í nevndini fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag síðan 2014 og luttekur í ymiskum arbeiðsbólkum undir FAG. Fróði Magnussen er nevndarlimur og fyrrverandi formaður í KT felagnum og røkir eisini nevndarsessir í øðrum fyritøkum. Fróði hevur soleiðis eina samanrenning av teoretiskari og praktiskari vitan um búskapar- og fíggarviðurskifti, bæði í samfelags- og virkisbúskaparligum høpi.

Mathea Hilduberg tilnevnd av landsstýriskvinnuni. Mathea Hilduberg er útbúgving cand. merc. í samskifti og uttanríkishandil umframt at hon hevur víðkaða bankaútbúgvingina Finans Diplom. Hon hevur drúgvar royndir innan bankavirksemi í Danmark og í Føroyum, millum annað innan kredittmeting og fígging. Eisini hevur Mathea royndir sum fíggjarleiðari og marknaðarleiðari í ymiskum føroyskum fyritøkum eitt nú Føroya Tele. Ídag undirvísir Mathea á Glasi og er limur í trimum nevndum. Hon hevur breitt innlit í føroyska fíggjargeiran, vinnulívið í Føroyum og búskapin sum heild.

Edvard Heen tilnevndur av landsstýriskvinnuni. Edvard Heen er útbúgvin MSc Economy, Finance og Strategic Planning í 1984. Hann starvast í dag sum stjóri í Almannaverkinum. Edvard hevur drúgvar royndir innan bæði tryggingar og bankavirksemi. Hann hevur eitt nú starvast sum varastjóri hjá norska BBS (clearing sentralur hjá bankum), og í Føroyum bæði sum deildarstjóri í Bank Nordik og stjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hevur sostatt vitan innan banka- og tryggingarvirksemi, og breitt innlit í føroyska fíggjargeiran.