Ráðið

Føroya váðaráð er skipað við 5 limum og 5 varalimum. Ráðslimirnir eru valdur fyri eitt fýra ára tíðarskeið og kunni í mesta lagi verða valdir tríggjar ferðir. Tað er løgmaður, sum velur limir og varalimir í ráðið eftir tilmælum frá myndugleikum, ið virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.

Limirnir verða valdir soleiðis:

- Landsbanki Føroya tilmælir 2 limir har annar skal vera landsbankastjórin og virkar sum formaður ella forkvinna. Hitt umboðið skal vera serfrøðingur á økinum.
- Búskaparráðið tilmælir 1 lim, ið skal vera óheftur serfrøðingur við servitan á økinum, og
- Landsstýrimaðurin tilmælir 2 limir við servitan umboðandi útinnandi valdið á økinum.

Fyri óheftu serfrøðingarnar er galdandi, at teir skulu vera óheftir, tað vil siga ikki vera partur av tí fíggjarkervi, ið Føroya Váðaráð eygleiðir, umfram at hava gott innlit í fíggjarkervið og samanspælið millum makrobúskaparligu gongdina og fíggjargeiran.

Limirnir í Føroya Váðaráð eru:
Malan Johansen, landsbankastjóri, forkvinna
Jesper Rangvid, professari, CBS
Bjørn Rúnar Gudmundsson, skrivstovustjóri, Hagstova Íslands
Bjarni Askham Bjarnasaon, aðalstjóri, Fíggjarmálaraðið
Jóvan Thomse, stjóri, Vinnustovunurin

Føroya Váðaráð fundast í minsta lagi 4 ferðir um árið.