KT-fólk til Landsbankan

Landsbankin er farin undir spennandi KT-verkætlan at útvega hagtøl um føroyska fíggjarkervið. Fleiri verkætlanir eru í umbúnað, og vit søkja nú eftir KT-fólki til hetta arbeiði.

Um starvið

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsbankanum er at virka fyri fíggjarligum støðufesti – til tess eru hagtøl umráðandi. Tú fert at byggja og reka dátugrunnar, móttøkuskipan til dátugrunnarnar og góðskueftirlitsskipanir. Uppgáva tín fevnir eisini um at gera dátusøvn til greiningararbeiðið hjá bæði Landsbankanum og Váðaráðnum.

Førleikar og útbúgving

Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving og hollar royndir við Oracle og MS SQL Server. Tú kennir somu-leiðis til BI-forrit sum til dømis Tableau.

Tað hevur týdning, at tú samstarvar væl, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt og skipað. Tú kennir tínar styr-kir og dugir at geva tær víðari.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Umsóknarfreistin er mánadagin 26. februar 2018 á middegi

Send umsókn og avrit av prógvum, lívrensli og øðrum viðkomandi skjølum til malan@landsbankin.fo. Skriva ‘KT-fólk til Landsbankan’ sum evni.

Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Johansen, stjóra, á 226225 ella á
malan@landsbankin.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.