Á eini ráðstevnu, skipað av IMF, var eggjað til at endurskoða makrobúskaparligu grundreglurnar, við atliti til hvat er lært av hesi kreppuni. Fýra kendir búskaparfrøðingar høvdu tikið stig til ráðstevnuna; Olivier Blanchard, David Romer, Michael Spence og Joseph Stiglitz, ið allir hava verið við til at orða búskaparligu teoriina, ið verður nýtt í dag. Á ráðstevnuni luttóku politikarar og akademikarar úr bæði framkomnum og menningarlondum, umframt aðrir kendir búskaparfrøðingar, sum t.d. Paul Krugman, Robert Solow og George Akerlof.
Ráðstevnan førdi til kjak á heimasíðuni hjá IMF millum viðurkendar búskaparfrøðingar kring allan heimin, og beinleiðis upptøkurnar av talunum hjá teimum ymsu búskaparfrøðingunum ið luttóku, eru eisini at finna á heimasíðuni. Blanchard skrivaði eina grein áðrenn ráðstevnan byrjaði, har hann dró fram, at grundreglurnar innan makrobúskaparligu teoriina, eiga at verða endurskoðaðar, sum avleiðing av eygleiðingum gjørdar undir og eftir kreppuna.
Til dømis metur Blanchard, at lágur og javnur prísvøkstur, ikki neyðturviliga førur til javnan framleiðsluvøkstur. Stinni búskaparvøksturin og javni prísvøksturin, ið var eygleiddur áðrenn kreppuna, gjørdi tað trupult at varnast vaksandi fíggjarligu ójavnarnar hjá privatum húsarhaldum og fyritøkum. Eisini tær skeivu virðismetingar, ið vórðu gjørdar av fast- og fíggjarognum kring heimin, órógvaðu javnvágina í fleiri búskapum. Blanchard spyr í hesum sambandi, um peningapolitikkurin ið verður nýttur í dag, møguliga eisini skal umfata eftirlit við virðunum á parta- og virðisbrøvum, so fíggjarligt støðufesti í størri mun verður tryggjað frameftir.
Blanchard umrøddi harafturat nógvu fíggjarpolitisku tiltøkini, ið hava verið nýtt undir hesi kreppuni. Hann metur, at fíggjarpolitikkur sambært makrobúskaparliga teori, vanliga hevur ein avmarkaðan leiklut í mun til teir sjálvvirknu stabilisatorarnir ið eru í búskapinum, sum til dømis arbeiðsloysisstuðul, ið virkar stimbrandi á búskapin undir kreppum. Men undir núverandi kreppu hevur tað víst seg at verið neyðugt, at stimbra búskapin gjøgnum nógv fíggjarpolitisk tiltøk, og almennu hallini í fleiri londum eru tískil økt nógv. Blanchard spyr í hesum sambandi um, hvørt markið fyri almennari bruttoskuld í framkomnum londum, eigur at verða lægri, enn 60% av BTÚ.
Viðvíkjandi altjóða fíggjargeiranum spyr Blanchard, um tað átti at verið altjóða reglur galdandi fyri øll lond viðvíkjandi eftirliti við kapitaltilgongd, fyrisiting av gjaldoyragoymslum og stødd á gjaldsjavnahallum. Áðrenn kreppan tók seg upp, litu mong menningarlond á lágu gjaldoyruni og tann vøksturin, ið kom burturúr kappingarføra útflutninginum. Nú ið kreppan hæsar av, er munurin á gjaldoyrum og kappingarføri millum lond vorðin meira sjónligur, og Blanchard ivast í, um tað er hóskandi at skapa búskaparvøkstur í egnum landi, ið er grundaður á útflutning til onnur lond, tá ið hugsað verður í altjóða høpi.
Hesir spurningarnir og nógvir afturat, førdu til kjak millum heimsins førandi búskaparfrøðingar á IMF ráðstevnuni. Luttakararnir løgdu dent á seks høvuðsøki; peninga- og fíggjarpolitikk, fíggjarligt eftirlit, fyrisiting av fíggjarjavnum, strategi fyri framtíðar búskaparvøkstri og altjóða fíggjargeiranum. Harafturat royndu luttakararnir at orða ítøkilig tilmæli um, hvussu burðardyggur vøkstur kann fremjast, samstundis sum búskaparligt og fíggjarligt støðufesti er tryggjað.
Kelda: IMF