|
Hóast heimsbúskapurin sum heild er komin á føtur aftur eftir altjóða búskaparkreppuna, eru tað sambært IMF enn trupulleikar við fíggjarligu ójavnunum í bankaheiminum eins væl og hjá nógvum stjórnum.
IMF sigur í síni nýggjastu frásøgn Global Financial Stability Report frá, um altjóða fíggjarligu viðurskiftini. Hóast tað er nærum 4 ár síðani fíggjarkreppan tók seg upp, er altjóða fíggjarliga støðufestið enn ikki endurbøtt, og týdningarmiklar politiskar avbjóðingar eru fyri framman, sigur IMF. Lági vøksturin í teimum framkomnu búskapunum saman við fíggjarligum ójavnum, økir um váðan í framkomnu londunum. Millum annað leggur ringa fíggjarstøðan í Evropa, trýst á evropeiska lánsbræva marknaðin. Harafturat er bruttoskuldin í privata geiranum í teimum framkomnu londunum lutfalsliga lítið minkað seinasta árið. IMF metur, at tann høga privata bruttoskuldin kann lækka um hugin hjá bankunum at lána pening út, ið eisini kann vera við til at tálma búskaparligu framgongdina. Ekspansivur peningapolitikkur við lágum rentum kann eggja til at íløgur verða gjørdar har vágin er stórur . Um búskaparvøksturin í teimum framkomnu londunum heldur á at vera lágur, heldur arbeiðsloysið eisini á at vera høgt, og tá verða møguleikarnir fyri at lækka um almennu hallini og bruttoskuldina avmarkaðir. Lágur vøkstur ger tað torført at konsolidera, men evropeisku búskapirnir noyðast at fara undir konsolidering skjótast gjørligt, fyri at varðveita tamarhaldið á vaksandi undirskotunum, metur IMF.
Viðvíkjandi menningarlondunum, er tilgongd av fremmandum kapitali partvíst orsakað av hægri væntaðum avkasti. Ein onnur orsøk til høgu tilgongdina stavar frá tí, ið verður nevnt “carry trade”, har ið íleggjarar royna at fáa vinning burturúr muninum á rentum og væntaðum virðisøkingum á gjaldoyrum. Vanliga er tilgongd av fremmandum kapitali gagnlig fyri móttakaralandið, men IMF metur, at tilgongdin ger menningarbúskapirnir viðkvæmar fyri broytingum í heimsbúskapinum. Um eitt nú renturnar í teimum framkomnu londunum hækka, ella váðin í menningarlondunum økist, kann tað føra við sær, at íleggjararnir heldur seta peningin í tey framkomnu londini. Sannlíkindini fyri bløðrum á húsa- og partabrævamarknaðunum í menningarlondunum økist eisini av tilgongdini av fremmanda kapitalinum. Harafturat kann tilgongdin føra við sær, at tað verður lættari at fáa lán til vágiligar íløgur, og tað lækkar sum heild um dygdina á íløgunum í menningarlondunum.
Tó hevur tilgongdin av fremmandum kapitali verið við til at stimbrað búskaparvøksturin í menningarlondunum. Sambært IMF veksur heimsbúskapurin soleiðis við tveimum ymsum ferðum; hjá teimum framkomnu londunum gongur seint framá, meðan menningarlondini koma skjótt fyri seg. IMF metur at heimsbúskapurin í miðal fer at veksa 4½ % í 2011. Vøksturin í teimum framkomnu londunum er mettur til 2½ % í ár, ímeðan vøksturin í menningarlondunum er mettur til at verða 6½ % í miðal í ár.

Kelda: www.imf.org
|